Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum. Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.
Tíðindi
Miðnámsprógv og hvat so?

Hvat er at gera, tá eg havi fingið miðnámsprógvið í hondina? Hetta er ein tann mest relevanti spurningurin, sum nógvir miðnámsnæmingar royna at svara í hesum døgum. Tí skipaði lestrarvegleiðingin á Fiskivinnuskúlanum fyri...[Les meira]
Illveður, veðurføst men hugnaligt

Hann brendi á við nógvum vindi og kavaroki, tá næmingar og nakrir lærarar vóru á veg í skúla hósmorgurin í síðstu viku. Bussurin til Vestmanna avlýsti fyri dagin, tá hann hevði sett fólkini av, og tað var næstan ikki gangandi...[Les meira]
Evnisdagar

Skipað varð fyri evnisdøgum 17.-19. desember 2014, við tí endamálið at fáa næmingar at samstarva í bólkum og harvið koma at kenna hvønn annan betur. Høvuðsevni: "Samansjóðing, samanhald, samstarv og hugni".Á skránni var...[Les meira]
Børn úr Hoyvík á vitjan

Í dag hevur skúlabólkurin úr Dagstovninum í Hoyvík verið á vitjan á Fiskivinnuskúlanum. Børnini hava, umframt skúlan, eisini verið á Søgusavninum og á Vestpack. Á skúlanum vóru tey runt og hugdu í skúlastovurnar og á...[Les meira]
Leiðslan á norðurlendskum samstarvsfundi

Fiskivinnuskúlin hevur í fleiri ár samstarva við líknandi skúlar í hinum norðurlondunum, og fríggjadagin 7. november var samstarvsfundur í norska býnum Stavanger. Fyri Føroyar luttóku Jákup Andreasen, skúlastjóri og Eyðun Leo,...[Les meira]
Søguligur foreldrafundur

Umleið helvtin av teimum 22 næmingunum í 1. flokki á Fiskivinnuiskúlanum eru yngri enn 18 ár, og tí skipaði skúlin fyri foreldrafundi týskvøldið 3. november. Hetta er fyrsti foreldrafundur í søguni hjá skúlanum, tí árini...[Les meira]
Lærarar til Miðnám í Vestmanna
Miðnám í Vestmanna søkir lærarar at byrja á skúlanum 1. august 2018.
Lutaseðlar hjá 1. TIF
Nú er drigið, og vinnara tølini eru hesi:
2178 - Burn Klassik skeið virði 2200kr
0730 - Eitt krov (í heyst) virði 1500kr
2298 - Gávukort frá Effo virði 1000kr
0026 - Ein sporing frá FirstStop virði 950kr
0645 - Eitt turt tjógv virði 600kr
1215 - Eitt turt tjógv av Hamarsgarði virði 600kr
2174 - Eitt turt tjógv av Hamarsgarði virði 600kr
2083 - Eitt turt tjógv virði 600kr
0030 - Gávukort frá Balslev virði 500kr
2382 - Gávukort frá SMS virði 500kr
3178 - Gávukort frá Bónus virði 500kr
0074 - Gávukort frá FK virði 500kr
1996 - Gávukort frá Disvoy virði 500kr
1903 - Gávukort frá Navia virði 500kr
2143 - Kalvi, 3,5kg virði 500kr
0276 - Gávukort frá Magnstøðini í Vestmanna virði 300kr
2795 - Gávukort frá Salong Sólskerð virði 300kr
1696 - Gávukort til Harra klipp frá Salong Ruby virði 280kr
Tey, sum hava vunnið, kunna seta seg í samband við Marjun tlf. 598311
Nýbrot
Tveir fyrrverandi næmingar á skúlanum fremja nýbrot innan kanning av laksalús.