Skip to main content

Tilfeingisbreytin

Tilfeingisbreytin á Fiskivinnuskúlanum er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum. Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.

[Les meira]

Tíðindi

11.09.2016

Á ferð inn í føroyska myndlistaheimin

Hósdagin var 2. flokkur á vitjan á Listasavninum eftir at hava arbeitt við myndagreining í føroyskum. Á savninum fingu vit rundvísing, ið var áhugaverd og kveikjandi bæði fyri næmingar og lærara.[Les meira]


08.09.2016

Á vitjan í Kvívík

Í góðveðrinum  mikudagin 7. sept. var 3. fl. túr í Kvívík í samband við, at vit í føroyskum høvdu lisið yrking hjá Jóan Peturi Gregoriussen sum part av undirvísingargongd um tjóðskapartíðina. Vit gingu í fótasporunum hjá...[Les meira]


04.09.2016

Árligi ítróttardagurin

Fríggjadagin 2. september varð skipað fyri árliga ítróttardegnum fyri næmingum og lærarum á Fiskivinnuskúlanum, sum siðvenja hevur verið seinastu árini. Dagurin byrjaði á skúlanum, har trygdarumboðið kunnaði um brunafyriskipanina...[Les meira]


30.08.2016

Virkisvitjan á taravirki

Mánadagin 29. august vitjaðu næmingarnir í 1. og 2. flokki á virkinum hjá Ocean Rainforest í Kaldbak í fakunum lívfrøði og tilfeingisfrøði. Virkið ger royndir at ala tara til matna. Næmingarnir vóru vístir runt og fingu...[Les meira]


18.08.2016

Nýggj andlit á tilfeingisbreytini

Mánadagin 15. august byrjaðu 22 nýggir næmingar á tilfeingisbreytini á Fiskivinnuskúlanum. Tey koma úr 14 ymsum plássum í landinum. Longu dagin eftir fóru næmingarnir saman við lærarum á samansjóðingarferð til Tjørnuvíkar...[Les meira]


08.08.2016

Skúlagongdin byrjar aftur 15. aug.

Skúlagongdin á Fiskivinnuskúlanum byrjar aftur mánamorgunin 15. august.  2. og 3. flokkur møta kl. 8 og 1. flokkur kl. 10. [Les meira]


Ansið eftir náttúruni

Hans Meinhard í Eyðansstovu hugleiðir um, hvørji virði náttúran hevur í dagsins samfelag
Hans Meinhard fekk prógv í 2016