Tilfeingisbreytin

Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.

Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.

Les meira...

Nógv fólk fólk vóru savnað á Miðnámi í Vestmanna mikudagin 19. september í sambandi við tiltøkini á tilfeingisbasarinum.

Børnini hugnaðu sær í auditorium, har tey hugdu eftir filmi og fingu sunkist og poppkorn. Eisini var eitt kar uttanfyri skúlan við krabbum, fiski, tara o.ø. sum børnini vóru sera hugtikin av.

Tey vaksnu lýddu á fyrilestrar um tilfeingi úr føroysku náttúruni, og fingu høvi at royna ymiskar matvørur, sum vórðu framleiddar til høvið.

Ógvuligu vælumtóktar vóru lidnar vørur úr tara, hvonn, kervil, rabarbum og notu.

Vørur sum t.d.:

  • siroppur úr kervil, hvonn og rabarbum
  • pesta úr notu
  • rabarbusúltutoy og rabarbukøkur
  • turkaður tari, tarakips og tarasmør
  • ymisk sløg av te úr hvonn og kervil

Næmingarnir í 2. flokki á tilfeingisbreytini eru sera takksamir fyri góðu undirtøkuna.

 

Umsóknarblaðið 2019

Nú ber til at søkja inn á tilfeingisbreytina á Miðnámi í Vestmanna at byrja eftir summarfrítíðina í 2019.

Tú kanst søkja við talgildum umsóknarblaði her: www.innskriving.fo.

Talgilda umsóknarblaðið er knýtt at sama dátugrunni, sum skúlar skráseta støðu- og próvmet í. Brúkar tín skúli dátugrunnin, heintar skipanin tí sjálv persónsupplýsingar, støðu- og próvmet fram í umsóknarblaðið. Talgildað umsóknarblaðið er lættasti vegur at søkja, og leiðbeining sæst á heimasíðuni.

Til ber eisini at søkja við pappírsútgávuni, sum tú kanst taka niður her:

Umsóknarfreistin er 15. mars 2019

Virksemiskalendari
  
Dagført:

Myndasavn

   

Nýbrot

NýbrotTveir fyrrverandi næmingar á skúlanum fremja nýbrot innan kanning av laksalús.

Hoyr sending...

Ansi eftir náttúruni!

hans meinardHans Meinhard í Eyðansstovu hugleiðir um, hvørji virði náttúran hevur í dagsins samfelag.

Hoyr sending...

Við Tórði á túri

tordi a turiTórður Mikkelsen vitjar skúlan.

Hoyr sending...

360 mynd