Fyrrapartin ídag var trongligt í fyrilestrarsalinum á Miðnámi í Vestmanna, tí skúlin hevði vitjan av so nógvum fólkum uttanífrá. Tveir flokkar frá Herning Gymnasium við 56 næmingum og lærarum vóru á vitjan, umframt ein flokkur við næmingum á Glasir og okkara egnu næmingar. Ætlanin var, at Pál Weihe skuldi halda fyrilestur á skúlanum við heitinum “Havdálking og fólkaheilsa”, men av tí at Pál er staddur í USA, helt Maria Skaalum Petersen fyrilesturin ístaðin.
Næmingarnir úr Herning høvdu frammanundan gjørt royndir á starvsstovuni saman við okkara næmingar, har evnið eisini snúði seg um dálking. Næmingarnir kannaðu, hvussu ymisk dálkandi evni í náttúruni ávirkar lívføri hjá mýggjabitalarvum.