Í gjár byrjaðu 25 eldhugaði fólk á einum nýggjum ferðaleiðaraskeiði, sum Miðnám í Vestmanna skipar fyri í vetur. Áhugin fyri at gerast ferðaleiðari, og eftirspurningurin fyri ferðaleiðarum, er støðugt vaksandi. Væntandi verða allir hesir ferðaleiðararnir klárir at fara til arbeiðis næsta summar.