Mikukvøldið 19. februar verður opið hús á skúlanum. Øll, sum eru áhugað at fáa kunning um tilfeingisbreytina og skúlan sum heild, eru vælkomin.

Kristian Eli Andersen, sálarfrøðingur, heldur fyrilstur um ung og arbeiðsgleði. Fyrilesturin er ógvuliga viðkomandi fyri øll lesandi.

Skrá:

19.00   Bjóða vælkomin

19.15   Fyrilestur við sálarfrøðinginum Kristian Eli Andersen um ung og arbeiðsgleði.

            Kristian Eli er metakognitivur terapeutur 

19.45   Rundvísing og stuttligar starvsstovuroyndir

20.00   Drekkamunnur og frágreiðing um tilfeingisbreytina

20.30   Vár Isaksen og Pauli Magnussen framføra tveir sangir

20.45   Prát við lærarar, lestravegleiðarar, næmingar o.o.

21.05   Liðugt

VIRKSEMISKALENDARI
  
Dagført:

Myndasavn

Matur til skúlar

   

Næmingar taka upp

Í tilfeingisfakinum á Miðnámi í Vestmanna sleppa næmingarnir eisini at royna seg úti í náttúruni og í tí veruliga lívinum. Hendan morgunin tók 2. flokkur eplini upp, sum tey settu niður í vár, tá tey gingu í 1. flokki.

Nýbrot

NýbrotTveir fyrrverandi næmingar á skúlanum fremja nýbrot innan kanning av laksalús.

Hoyr sending...

Ansi eftir náttúruni!

hans meinardHans Meinhard í Eyðansstovu hugleiðir um, hvørji virði náttúran hevur í dagsins samfelag.

Hoyr sending...

Við Tórði á túri

tordi a turiTórður Mikkelsen vitjar skúlan.

Hoyr sending...

360 mynd

Tilfeingisbreytin

Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.

Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.

Les meira...