Týsdagin 30. apríl var 3. flokkur á ferð í Kvívík í føroyskum.
Her gingu vit í fótasporunum hjá Jóan Peturi uppi í Trøð, sum m.a. hevur yrkt føroysku brúðarvísuna og "Vågen". Eisini fóru vit framvið á Kirkjuteigi, har Hammershaimb á sinni búði.
Vit vitjaðu víkingaútgrevsturin og sóu eisini minnisvarðar yvir teir, ið fórust við Stella Argusi.
Túrurin endaði við standmyndina, sum kvívíkingar hava sett Jóan Peturi til minnis.