Hóskvøldið 14. februar kl. 19.30 verður almenn kvøldseta á Miðnámi í Vestmanna, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Skráin fyri kvøldið er henda:

  • Vælkomin
  • Sissal Kampmann tosar við Steintór Rasmussen, rithøvund
  • Hugleiðingar um Føroyingar liva ikki av fiski eina – spurningar og svar
  • Við gittara og sangi
  • Um Valentine

Skúlin bjóðar kaffi/te og køku
Høvi verður at síggja skúlan og fáa kunning um tilfeingisbreytina

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin