Eplavelting í tilfeingisfrøði
- Detaljer

Teir gomlu føroyingarnir dugdu helst allir at seta niður og taka upp epli, men støðan er øðrvísi ídag. Undan páskum hevði Fróði Skúvadal skaffað næmingunum í 1. flokki eitt jarðarstykki, har tey kundu velta nøkur epli í sambandi við undirvísingina í tilfeingisfrøði.