Tíðindi

< Opið hús á tilfeingisbreytini 6. mars
27.02.2017 00:00 Aldur: 211 days

Fiskivinnuskúlin skal nú eita “Miðnám í Vestmanna”


Navnið "Fiskivinnuskúlin" fer nú í søguna, og skúlin fer at eita "Miðnám í Vestmanna".

Skúlin hevur síðan 2013 verið partur av gymnasialu miðnámsútbúgvingunum við tilfeingisbreytini. Talan er um serliga breyt við støði í einum føroyskum veruleika, har lærugreinirnar tilfeingi og tilfeingisfrøði mynda profilin hjá skúlanum. Lærugreinirnar snúgva seg um náttúrutilfeingi í breiðari merking. Tískil er ikki longur samsvar millum gamla navnið og innihaldið í útbúgvingini hjá næmingunum.

Búmerkið, sum skúlin brúkar og framhaldandi fer at brúka, er sniðgivið av Sendistovuni. Hetta avmyndar ein vatndropa og eitt blað í einum kringi ella ringrás. Búmerkið skal signalera lív, náttúru, umhvørvi og burðardygga gagnnýtslu av náttúruríkidøminum, har ringrásin er avgerandi fyri, at vit kunnu liva av okkara náttúruríkidømi í framtíðini.

Navnið Miðnám í Vestmanna skal eisini geva næmingum og foreldrum eina greiða ábending um staðseting, og at talan er um ein skúla javnbjóðis aðrar miðnámsskúlar í landinum. Samstundis hevur navnið eina breidd, sum ikki er avmarkandi fyri virksemið á skúlanum í framtíðini.