Tíðindi

< Vitjan á Listasavninum
26.04.2017 23:42 Aldur: 152 days

Navnið Fiskivinnuskúlin farið í søguna


Nú skulu tey, sum umtala skúlan, venja seg av við at siga "Fiskivinnuskúlin" og venja seg til at siga  "Miðnám í Vestmanna" ístaðin. Leiðslan á skúlanum hevur í fleiri ár ynskt at broyta navnið, tí gamla navnið hevur verið beinleiðis misvísandi seinastu árini. Um mánaðarskiftið februar/mars komu so boð úr Mentamálaráðnum um, at landsstýriskvinnan tók undir við at broyta navnið til "Miðnám í Vestmanna". Hetta fegnast vit um, og sjálvan flaggdagin varð nýggja navnið saman við búmerkinum hongt á skúlaveggin omanfyri høvuðsinngongina. Skeltið er stórt, og sæst væl frá vegnum, sum gongur til bygdina.

Men tað tekur sína tíð at venja seg við ein nýggjan samleika. Ólavur Olsen, sum onkuntíð tekur eina hond í á skúlanum, sigur, at í hansara hugaheimi fer skúlin altíð at eita Fiskivinnuskúlin, so leingi hann livir, og helst eru tað fleiri við honum.